Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Forsetin í USA, Joe Biden, heldur fram at veita Ísrael sín fulla stuðul í krígnum móti Hamas. Undir hanukkah-hátíðarhaldi í Hvíta Húsinum umtalaði Biden seg sum «sionistur». Samtíðis ávaraði hann Ísrael um at brúka yvirdrivið vald í stríðnum móti Hamas: 

– USA fer framhaldandi at lata hernaðarligan stuðul til Ísrael til sloppið verður av við Hamas, men båæði vit og Ísrael mugu vísa varsemi. Allur heimurin kundi skjótt broytt sín hugsan um kríggið, og tað má ikki henda, segði Biden sambært Times of Israel.

Yvir 18.000 palestinar hava latið lív í krígnum síðani 7. oktobur. Biden sigur at hansara stuðul til Ísraels er «óvikandi». 

– Um Ísrael ikki var, so var ikki ein einasti jødi í heiminum tryggur, segði forsetin undir hátíðarhaldinum, skrivar norska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo