Í dag byrjar Jobmatch á netinum. Vegna korona er Norðurlandahúsið skift út við ein nýskapandi talgildan pall, har fyritøkur og stovnar bjóða seg fram at koma á tal við útisetar og føroyingar, sum sóknast eftir nýggjum starvsmøguleikum. Í ár luttaka 42 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og longu nú hava knapt 200 fólk skrásett seg áðrenn Jobmatch letur upp “live” á netinum.
Til ber at fara inn á talgilda pallin allan dagin, og frá kl. 12-17 eru fólk klár á básunum at samskifta við tey vitjandi. Tað er ókeypis at vitja starvsstevnuna á netinum.
Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo
Høvuðssponsorar á Jobmatch 2020 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo