Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nevndin í Báta- og listasavninum í Leirvík: Tann 12. februar verða 100 ár síðani myndlistamaðurin úr Leirvík, Jóannes Kristiansen, varð føddur.

Í hesum sambandi letur upp serlig framsýning á Báta- og Listasavninum í Leirvík, týsdagin 13.februar kl.17

Jóannes málaði Leirvíkina nógv, bygdaløg, Sigatind, norður í hav og virksemi á staðnum, skip, bátar og fólk. Hann lærdi á Kongliga Danska Kunstakademiinum í 1940’unum, m.a. hjá Aksel Jørgensen, professara, og eitt skifti samstundis sum Ingálvur av Reyni.

Við Jóannesi Kristiansen fingu vit impressionistiska málningalist, nakað sum ta fronsku, við støði í serliga ljósinum her norðuri í Føroyum. Og hevur málarin verið ein fyrimynd og stór inspiratión hjá fleiri, sum koma eftir hann.

Báta-og listasavnið í Leirvík læt upp á fyrsta sinni í ár 2000 og eigur umleið 20 málningar eftir Jóannes Kristiansen umframt eftir onnur listafólk í bygdini. Men til hesa serframsýning í sambandi við 100 ára haldið, koma nógvir málningar eftir Jóannes afturat – serliga frá savninum hjá systursyni listamannin, Petur Martin Petersen.

Framsýningin verður opin soleiðis fystu vikuna:

Týsdagin 13/2    ​​   kl.17-21 (Røða og tónleikur kl.19)
Mikudagin 14/2    ​kl.17-21
Hósdagin 15/2 ​     kl.17-21 (Hugleiðing kl.19)
Fríggjadagin 16/2 ​kl.17-21
Leygardagin 17/2​  kl.15-18
Sunnudagin 18/2​   kl.15-18 (Tónleikur kl.15)

Hóskvøldið 15/2 kl.19 hugleiðir Petur Martin Petersen um Jóannes, og leggjast skal afturat, at í sambandi við føstugudstænastuna í Leirvíkar kirkju, mikukvøldið 14/2 kl.20, verður okkurt gjørt burturúr, at Jóannes Kristiansen hevur málað altartalvuna í kirkjuni. Petur Martin Petersen luttekur.

Framsýningin verður eisini opin í longri tíðarskeið eftir avtalu og ringjast kann til telefonnummar 213178 um hetta. Umframt hetta, verður hon opin, tá tiltøk eru á Báta-og listasavninum komandi mánaðirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo