Í morgin, leygardagin tann 8. oktober verður Jóanes Norðberg í Vági 60 ár.
Jóanes er sonur Ásu og Róald Norðberg, og er hann elstur av børnum teirra.
Ása og Róald búðu eitt skifti í Keypmannahavn, har Róald gekk á maskinskúla, og var Jóanes føddur í hesum tíðarskeiðnum í Danmark.
Ása og Róald fluttu síðan aftur til Vágs, har Jóanes vaks upp saman við hinum systkjunum, ið komu eftir hann.
Hini systkini eru Marita, ið er búsitandi í Klaksvík og Rutt, ið er búsitandi í Porkeri.
Jóanes er giftur við Gunnleyg, ið er úr Havnini, og eiga tey børnini Anniku, Eirik og Bárð.
Eftir lokna skúlagongd í Vági í 1974, fór Jóanes í læru hjá Sjúrði Strøm, og stóð hann sveinaroyndina sum maskinsmiður í 1978.
Síðan fór hann á maskinskúla í Havnini og var liðugur har í 1980. Í 1981 fór hann til Danmarkar á skúla og tók hann har víðkað maskinmeistaraprógv.
Eftir hetta var Jóanes nakrar túrar til skips við m.ø. Polarborgunum og Svalbard.
Í juni í 1982 fekk Jóanes starv hjá SEV og hevur hann starvast har síðan tá. Seinastu árini hevur hann verið verkstjóri hjá SEV í Suðuroynni.
Jóanes er sera dugnaligur og fittur í hondunum og sæst hetta aftur í øllum, sum hann hevur við at gera.
Í frítíðini er Jóanes ofta á floti í sera snøgga báti sínum saman við synunum.
Í samkomuni í Bethel er Jóanes ein trúgvur stuðul, bæði tá tað kemur til møtini og til viðlíkahald av samkomubygninginum.
Ynskt verður Jóanesi hjartaliga tillukku við degnum og Guds signing í komandi døgum.
Føðingardagurin verður hildin heima hjá Jóanes og Gunnleyg, Geilin 5, í morgin, leygardagin tann 8. oktober, frá klokkan 16.
Vinir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo