Føroyski framherjin Jóan Símun Edmundsson var ein av málskjúttunum, tá OB í dag vann 3-0 á heimavølli ímóti Hobro.
Jóan Símun legði OB á odda 1-0, tá eitt korter var farið av dystinum.
Við sigrinum í dag liggur OB nú nummar fimm í donsku Superliguni við 25 stigum.
Nr. 1 er Brøndby við 39 stigum, meðan FC Midtjylland á 2. plássinum, og við einum dysti færri, hevur 35 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo