Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.
Jóan Petur Hentze er 53 ára gamal. Hann er útbúgvin cand.mag í samtíðarsøgu og religiónsvísindum. Jóan Petur Hentze hevur drúgvar stjóraroyndir úr starvinum sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu og sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya.
Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo