MMA Føroyar: Vit kunnu endiliga kunngera okkara næsta kempara Joakim Jankovic.
Joakim er 31 ár og hevur íðkað stríðsítrótt (kampsport) í 23 ár. Hann byrjaði við judo, og seinni fór hann undir boksing. Hann hevur vunnið meistaraskap í Danmark og luttikið í heimsmeistaraskapi í MMA og í Brave FC. Afturat tí hevur hann vunnið fleiri altjóða kappingar og stevnur.
Joakim er sera dugnaligur í muay thai, grappling og kickboksing, og enn hevur hann ikki tapt ein dyst í muay thai. Fyrr í ár vann Joakim ISKA-beltið í kickboksing, so hann er í løtuni heimsmeistari í hesi ítróttagreinini, har hann vann finaluna í rundu 2 við knockout. Av amatørdystum hevur Joakim vunnið 10 og tapt 1. Hetta er eitt av bestu metum í amatør-MMA í Danmark.
- Sum áður nevnt leggja vit stóran dent á, at tiltakið skal vera á høgum altjóða støði, og nú vit hava fingið Joakim við, er tað heilt sikkurt eitt stig rætta vegin, sigur Fróði Hansen, sum er ein av stigtakarunum.
Meira kunning fæst á Facebook- og Instagram-vangunum ‘MMA Føroyar’.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo