Hesa farnu vikuna hava 10 mans frá J&K Petersen tikið prógv til at føra tornkrana.
Vegna verandi og væntandi øktan tørv og fyri at halda trygdina á byggiplássunum í hásæti, hevur felagið sjálvt tikið stig til skeiðið.
Av tí at tað, sum nú er, ikki er møguligt at taka tornkranaskeið í Føroyum, hevur J&K Petersen fingið skeiðshaldara úr Noregi til Føroya at halda skeiðið. Skeiðið er skipað sambært norskum og altjóða reglugerðum, og í samráð við Arbeiðs- og brunaeftirlitið fáa skeiðsluttakararnir eisini útflýggjað eitt føroyskað førarabræv, greiðir J&K Petersen frá í tíðindaskrivi.
Førarabrævið, ið hesir hava tikið, gevur loyvi til at føra tornkrana, portalkrana og traverskrana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo