Nýggi málslúkurin hjá Manchester United, Jesse Lingard, gjørdist tann stóra hetjan, tá United í kvøld vann 2-0 á Derby County úr The Championship í 3. umfari í FA Cup.
United høvdu fleiri møguleikar í dystinum í kvøld, men var tað ikki fyrr enn í 84. minutti, at teir umsíðir megnaðu at fáa hol á.
Tað var tá sjálvandi Jesse Lingard, sum við einum framúrskarandi vøkrum máli gav United leiðsluna.
Í 90. minutti sló innskifti Romelu Lukaku United sigurin fastan við málinum til 2-0.
United er hervið komið víðari til 4. umfar í FA Cup.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo