Í kvøld hevur Jens Martin Knudsen undirskrivað sáttmála við FC Hoyvík.
FC Hoyvík skrivar, at Jens Martin er sera spentur til uppgávuna, og at hann og felagið síggja ljóst upp á framtíðina.
Í løtuni verður arbeitt við at styrkja og víðka venjaratoymið hjá besta liðnum, umframt at arbeiðið av álvara verður byrjað at seta venjarar til øll lið felagsins, verður sagt.
Sáttmálin millum FC Hoyvík og Jens Martin Knudsen er galdandi í 3 ár.
Undrið og FC Hoyvík løgdu saman nýliga. Undrið leikti í 2022 í næstbestu deildini, meðan FC Hoyvík leikti í triðbestu deildini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo