Latinostjørnan, sum fær víst til eina fleiri tíggjuára langa karrieru bæði innan film og popmusikk, stuðlar tí tilkomnu kvinnuni.
– Hugsanin at kvinnur yvir 30 líkasum missa virði, er láturlig. Tað er akkurát mótsatt, og eg má bara flenna at tí, sigur Lopez við mótamagasinið ELLE.
54 ára gamla Lopez heldur at kvinnur gerast meira lokkandi tess fleiri lívsroyndir tær hava. Og hon heldur at tað er áskoðan sum samfelagið eisini hevur alt meira og meira, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo