Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jehova Vitni: Í november 2020 fara Jehova vitni um allan heimin at hava eitt stórt átak, har tey býta eina serliga útgávu av blaðnum Vagttårnet út til lokalar borgarar, handlar, fyritøkur og myndugleikapersónar. Blaðið, sum viðger spurningin „Hvat er Guds ríki?“, verður býtt út ókeypis á fleiri enn 300 málum.

Milliardir av menniskjum hava biðið til Gud og sagt ’komi ríki títt’, tá ið tey hava biðið heimskendu bønina faðirvár. (Matteus 6:10) Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja hesa bønina fyri næstan 2.000 árum síðani. Tann serliga útgávan av blaðnum, sum Jehova vitni fara at býta út í november, endurgevur nógv ørindi úr Bíbliuni fyri at vísa, hvat tað var fyri eitt ríki, ella stjórn, sum Jesus meinti við.

Vegna COVID-19 fer átakið fram í samsvari við almennu tilmælini frá lokalu heilsumyndugleikunum. Hetta kann bera í sær, at vit seta okkum í samband við fólk elektroniskt og eisini senda teimum blaðið elektroniskt.

Henda serliga útgávan av blaðnum er longu tøk á almennu heimasíðuni hjá Jehova vitnum, jw.org.

Fleiri enn 8,6 milliónir Jehova vitni eru í 240 londum kring heimin, og tey læra onnur um Bíbliuna. Tey eru kristin og koma úr nógvum ymiskum tjóðum og mentanum, í Føroyum eru 131 Jehova vitni.

Á almennu heimasíðuni, jw.org, er tilfar at finna á meira enn 1.020 málum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo