Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú setti hitalagið aftur heimsmet. Allir fylgisveinar og bøø-fólk samd. Ein ímyndaði sær, hvussu Sissal sveittaði niður í mikrofonina í Sortudíki fríggjadagin.

Hon noyðist nokk bara at lesa tað, ið klimafascistar við granskaraløn skriva fyri meiri løn fyri at leypa ræðslu á børn og kvinnur, ið so nokta at fáa børn.

DR í farnu viku var so frægt at viðganga, at farni juni var heitasti mánaður.... síðan 1917. (Lítið og einki CO2 tá).

Hesin einvegis goragangurin um upphiting fær null mótspæl í miðlunum. Null.

Stun úr sama ekkorúmi sum galdrið ímóti Trump og fyri Biden, hesum muturstungna og senila sosialisti, Vesturheimsins leiðara.

Hann dettur bæði niður og upp gjøgnum trappur og dugir ikki at lesa ein setning rætt, men er heiladeyður umhvørvistur, skutilsveinur Obamas.

Hví endursendur KvF ikki skammrósið um Biden í Kredo næsta sunnumorgun?

At eingin journ(sosi)alistur skammast og ger okkurt annað enn at ekkóa onnur.

Skattamilliardir i granskaralummar
Milliardir evrur og dollarar renna úr skattgjaldaralummum niður í fórið hjá ‘vísinda’aktivistum o.ø. klimasvindlarum.

Okkara klimaterroristar á Løgtingi fata ikki, at Føroyar fáa 92% av allari orku og tískil av okkara vælferð frá olju og gassi og bert 4% frá vatni og 4% frá vindi.

Ein og hvør framkomin búskapur noyðist at hava olju-, gass- ella kolkynda back-up skipan fyri hvørt KW av el-framleiðslu við vind- og sólorku.

Hví føra tey so kríggj ímóti kolvetni, soleingi einki er at erstatta hesa yvir 90% orkukeldu?

Hví banna oljufýrum, bensin- og dieselbilum, motorum, fiski- og farmaskipum við ongum at seta ístaðin?

Tað er óðamannaverk, steinrunnin religiøsitetur og so víst búskaparskrædl.

Føroysk láglønarfólk í gomlum bilum mugu framvegis gjalda hálønarfólki upp í 70.000 kr í studningi til at keypa el-bilar fyri kvartar og hálvar miljónir.

Svínskur sosialpolitikkur, tit føra, Sankta Ingilín.

Ein el-bilur brúkar el-megi sum 25 køliskáp. Hvussu nógva el-orku skal SEV framleiða meiri enn nú, um 46.000 el-bilar standa og løða hvørja nátt?

Heimsins endi var annars 21. juni
Varnaðist nakar, at verðsins endi var nú 21. juni.

Tað var dagurin, ið globala gudinnan Gaia (Greta Thunfisk) tann 21/6 í 2018 skrivaði í heimsmiðlunum:

“Ein topp klimagranskari ávarar, at veðurlagsbroyting beinir fyri mannaættini, um vit ikki steðga at brenna olju, gass og kol innan fyri næstu 5 árini.”

Heimsins lond (serliga Kina) brenna meiri kolvetni nú enn tá, men jóansøkan kom og fór í ár, og vit føroyingar sita her uttan dómadag í slavtoku og sirmi við sama lag.

Ein annar topp-klimasvindlari, Al Gore, spáddi í 2009, at “norðpólsísurin fór at vera horvin í 2013 av mannelvdari upphiting.”

Gore hevur síðan tá útsett sín endadag 3 ferðir, og pólísurin er líka tjúkkur og víðfevnur nú sum í 2009, nevniliga 9 mió km2 á sumri og 12 mio km2 á vetri (6 x Grønland í vavi).

Hálvbýtti Charles III meylar aftur um ‘Great Reset’ og ‘Global Warming’

Í 1970-unum var ræðslan ein ‘nýggj ístíð.’
Í 1960-unum skuldi fólkavøkstur og svøltur týna 100-tals mió fólk hvørt ár.

Bretland skuldi verða avtoftað, USA bert hava 100 mió fólk, og heimshøvini oydd fyri fisk.

Tað dómadags-vituggið eitur Paul Ehrlich, er professari og gongur omaná enn, forgudaður nú sum tá.

Ræðslurróp í 1970-unum geltu um ‘nýggja ístíð.’ Vit fóru øll at frysta í hel.

Men tann spádómur um ístíð bleiv sleptur, tí hann gav ikki alarmistunum kassa.

Næst skuldi sólin brenna mannahúðina gjøgnum ‘hol í ozonlagnum’.

Niður við øllum spraydósum og freon í m.a. køliskápum.

At enda skuldu vit tærast upp av ‘súrum regni’.

Ikki ein av hesum spádómum gekk út.

Sosialisman í sor, og so upphiting
Hesar ræðsluprædikur føddu ikki nóg nógv sølufólk av nútíðar ‘slanguolju’

Men tá sosialisman fall í 1990/91, fingu vesturlendskir klimaterroristar vind í seglini.

Milliónir marxistar blivu umhvørvistar, og ‘global upphiting’ teirra religiøsa falslæra til heimsins bjarging.

Henda nýreligion hugtók milliónir av veikum sálum, júst sum sosialisman tøldi tey áðrenn (og aftur nú).

Hesin dansurin um tann klimatiska gullkálvin fevnir longu miljónir av pseudo-vísindaligum nassarum og kostar billiónir av skattevrum árliga.

Global upphiting er einki nýtt. Veðurlagið er vorðið lýggjari í 15.000 ár.

Tá endaði síðsta ístíð, og verandi upphiting byrjaði, sum (við afturstigum hvørji 3-400 ár) hevur hildið fram til henda dag.

Talið á fólki, sum enn doyggja av grimdar regn-, vind-, kulda- og hitaveðri er nú komið niður á 1-2% av teimum, ið doyði av ovurveðri fyri 100 árum síðan.

Fyri hvørt fólk, ið kódnar av hita, frysta 10 í hel av kulda, smb øll hagtøl.

Veðurlagsreligión hevur tvinni endamál:
Endamálini við nútiðar veðurlagsreligion eru tvinni.

1. At geva vesturlendskum politikarum einkarrætt til at brandskatta øll niður í armóð og ófrælsi, og

2. At fóðra stórar fyritøkur við skattastuðli til ‘burðardygd’ og við lóggávu at føra korporativan (fascistiskan) valdspolitikk móti vanliga fólkinum.

Risa fyritøkur fáa vinnustuðul frá politikarum aftur fyri, at politikarar fáa floksstuðul.

Xi, Kim, Maduro, Putin, Khamenei flenna í kíki
Xi Jin Peng, Kim Jung Un, Maduro, ayatollarnir í Tehran, Putin o.a. diktatorar hava longu alt vald í sínum londum og flenna at okkara sjálvmyrðandi ‘veðurlagspolitikki’.

Kina opnar tvey giga kolorkuverk hvønn mánað til m.a. at framleiða 70% av heimsins bilbattaríum og vindmylnum, ið Vestanlond keypa sum fyri lívinum.

Einki, ikki eitt, null, zilk, nada av heimsins veðurlagsfjantum, og als ikki sosialistar sum Greta og Ingilín, kundu droymt um at funnist at Kina, ið goysir 32% av øllum heimsins CO2 upp í luftina, t.e. dupult so nógv sum USA.

Teirra fíggindi liggur ongantíð til vinstru, hvørki Kina nú ella Sovjet tá.

Føroyar eiga 0,00002% av heimsins útláti av veðurlagsgassum.

Annars eru bert 0,04% av atmosferini CO2. Tað hevur ofta verið fleirfalt tað. Hví øll so religiøst hysterisk nú?

Heimsins veðurløg valdast mest skiftandi vinklum og ringrás hjá jørðini kring sólina.

Onnur ávirkan á veðurlagið á jørðini eru eld- og gassgosini á sólini.

Olmussudýrið Greta Thunfisk, muturs-Biden og partakvinna teirra, Sankta Ingilín, hava onga ávirkan á heimsins veðurlag. Absolutt onga.

Teirra politikkur eftir makt ger bert miðal hampa fólki lívið súrt og skaðar okkara livistøði.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo