Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Javnseta føroyingar og útlendingar í mun til arbeiðstíð

Spurningar:
1. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum hava arbeiðsloyvi í Føroyum, síðan Fast Track skipanin kom í gildi?

2. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum arbeiða innan flakavinnuna í Føroyum?

3. Verður arbeitt fram ímóti at sleppa undan ójavnanum í arbeiðstímum millum arbeiðsfólk úr triðjalondum og føroyingar á sama arbeiðsplássi?

Viðmerkingar
Fast Track skipanin kom í gildi 18. novembur 2021 og er í gildi, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum er undir 3,5%.

Skipanin styttir viðgerðartíðina av umsóknum um arbeiðsloyvi og gevur øllum vinnugeirum í Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. londum uttan fyri ES og Norðurlond.

Stórt trot hevur verið á arbeiðsmegi innan ávísar vinnugeirar í Føroyum t.d. flakavinnuna, og varð Fast Track skipanin sett í verk, so avleiðingin ikki bleiv, at virkir máttu steingja, tí tey manglaðu starvsfólk.

Fast Track skipanin hevur tó ta neiligu avleiðing, at ein stórur ójavni er í arbeiðstímum millum føroyingar og útlendingar, sum arbeiða á sama virki. Útlendingar eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku, men føroyingar eru bert tryggjaðir 32 tímar í fiskavirkisskipanini hjá ALS, sum er í mesta lagi 80 % av eini arbeiðsmannaløn.

Sálarliga arbeiðsumhvørvið á virkjunum kann gerast tyngjandi, tá lítið arbeiði er, og verða føroyingar og útlendingar, uttan at ynskja tað, settir upp ímóti hvørjum øðrum, tí útlendingarnir hava fyrimun fram um føroyingarnar og eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku.

Á Løgtingi, 24. august 2023
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo