Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyskur málfagnaður eftir 1-0 málið hjá Jørgeni Nielsen - Mynd: Jóhanna Thomsen

Føroyskur málfagnaður eftir 1-0 málið hjá Jørgeni Nielsen - Mynd: Jóhanna Thomsen

Føroyskur málfagnaður eftir 1-0 málið hjá Jørgeni Nielsen - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: Fyrireikingarnar og upptaktin til fyrsta EM undankappingardystin hjá U21 landsliðnum gingu avbera væl, og omanfyri vælhýrdir 1000 áskoðarar settu eisini sín dám á lagið við Djúpumýru, har Andorra vitjaði í kvøld. Dysturin byrjaði eisini sera væl fyri føroyingar.

Eitt lítið korter var farið, tá Føroyar fingu brotsspark og Jørgen Nielsen varð settur at skjóta. Hetta avgreiddi hann væl við einum fløtum skoti í høgru síðu av málinum, og so vóru Føroyar á odda. Leiðslan helt sær tó ikki heilt so leingi, sum ynskiligt var. Í 22. minutti kundi Gerard Sola javna fyri Andorra eftir óheppið føroyskt verjuspæl, og 1-1 støðan helt sær síðan til hálvleiks.

Leikgongdin í seinna hálvleiki var heldur skiftandi eins og í fyrra, og tá ið gestirnir eftir 58 spældar minuttir løgdu seg á odda, var lagið nokk so tungt í føroysku leguni. Dreingirnir reistu seg tó væl og virðiliga upp aftur, og so líðandi kom meira burturúr frameftir vøllinum. Føroysku álopini løgdu trýst á mótstøðuliðið, og hetta gav úrslit í 74. minutti, tá júst innskifti Gutti Dahl Olsen javnaði fyri Føroyar eftir gott uppspæl.

Seinastu løtuna vóru okkara eisini omaná og til síðsta bríksl jagstraðu føroysku spælararnir sigurin, sum teir so avgjørt høvdu ætlað sær. Tað gjørdist tó ongantíð meira enn nær við, og javnleikurin helt sær heilt til dystarenda. Sostatt byrjaði U21 liðið EM undankappingina við javnleiki og harvið einum stigi.

Næsti dysturin á skránni hjá U21 landsliðnum er á útivølli móti Hvítarusslandi 7. september, og 12. september spæla dreingirnir aftur á heimavølli í Klaksvík; tá er mótstøðuliðið Kroatia.

Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Jóhanna Thomsen hevur tikið fyri FSF.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo