Tórshavnar Súkklufelag: Tað var sera javn, tá seinastu metrarnir skuldu koyrast niðan á Eiðisskarð. So javn, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna í sama sekundi.
Kappast var leygardagin, og møguleiki var at kappast á tveimum teinum. Øll byrjaðu samstundis frá Effostøðini í Havn, har starturin var. Øll koyrdu gjøgnum Kaldbakstunnilin, og øll koyrdu norður gjøgnum Sundalagið.
Tey sum koyrdu tann longri teinin, skuldu koyra gjøgnum Hvalvík, og til Saksun, har tey vendu. Leiðin gekk aftur til Hvalvík, og síðan víðari gjøgnum Sundalagið, niðan til rundkoyringina við Norðskálatunnilin, og síðan móti Eiði, og niðan á Eiðisskarð, har málið var.
Tey sum koyrdu styttra teinin vendu ikki inn til Hvalvík, men hildu leiðina fram til Oyrabakka, niðan til rundkoyringina við Norðskálatunnilin, móti Eiði, og síðan niðan á Eiðisskarð, har málið hjá teimum eisini var.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo