Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Crystal Palace vitjaði á Goodison Park í kvøld, har Everton tók ímóti.

Tað var tó uttan 76 ára gamla venjaran, Roy Hodgson, ið “The Eagles” endaðu samstarvið við fyrr í dag.

Everton sat fyri tað mesta á spælinum, tó uttan, at tað gjørdist vandamikið.

Tá 66 minuttir vóru leiktir legði Crystal Palace seg á odda 1-0 við einum dundurskoti frá Jordan Ayew.

Everton svaraði aftur í 84. minutti, tá innskifti Amadou Onana var hægstur eftir horna, og stútaði bóltin í málið til støðuna 1-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Við javnleikinum lyfti Everton seg uppum niðurflytingarstrikuna, men allarhelst iðrar Sean Dyche seg um, at hansara menn ikki vístu størri neyvleika, so teir kundu tikið tey 3 stigini.

Við javnleikinum lyfti Crystal Palace seg upp á eitt 15. pláss, ið longu hevur sett eysturríkaran, Oliver Glasner, sum avloysara fyri Roy Hodgson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo