Danmark hevur skorað bæði málini á Wembley í dystinum millum Ongland og Danmark. Tað eina málið var sjálvmál.
Yngsti leikarin hjá Danmark, Mikkel Damsgaard, skoraði málið hjá Danmark í beinleiðis frísparki, og var hetta fyrsta frísparksmál undir EM.
Eftir eykaumfør vann Ongland semifinaluna móti Danmark 2-1 og er Ongland víðari og skal møta Italia í EM-finaluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo