Javnaðarflokkurin hevur í dag lagt fram uppskot til samtyktar, um at stytta januar mánaða.
Tað boðar flokkurin frá í skrivi í dag.
Hetta er tað seinasta uppskotið í røðini, nú flokkurin eisini ynskir at:
- øll alment sett starvsfólk skulu hava meira í løn
- styttri arbeiðsviku til tey alment settu
- øll skulu hava rætt til at arbeiða meira
- fólk skulu hava meira frítíð
- fleiri starvsfólk á almenna økið
- bíligari bananir og breyð
- smærri vinnurekandi skulu gjalda minni í skatti
- bíligari heilivág
- byggja bíligar leiguíbúðir
- o.s.fr.
Hetta uppskotið, skal eins og hini, fíggjast við at taka meira inn frá ali- og fiskivinnuni.
Sambært Javnaðarflokkinum, so er svarið uppá at tálma almennu útreiðslurnar eisini, at man tekur meira inn frá ali- og fiskivinnuni.
Um uppskotið at stytta januar mánaða, sigur Aksel V. Johannesen:
- Januar mánaði er ein strævin og myrkur mánaði. Við at stytta hann fáa vit færri myrkar og strævnar dagar. Hetta økir um lívsgóðskuna, og fær borgarin eisini ein dag minni, har hann skal hoyra uppá Fólkaflokkin.
Politiskir greinarar meta, at hetta er eitt aftursvar til ætlanirnar hjá løgmanni, um at avtaka summartíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo