Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Tað verður Margit Stóra, sum tekur yvir sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum eftir Ingilín D. Strøm. Samstundis verður Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum.

Javnaðarflokkurin hevur valt nýggj landsstýrisfólk fyri Ingilín D. Strøm, sum fór frá herfyri.

- Hóast eg eri harmur um umstøðurnar, so hava vit í Súsonnu og Margit tvær sterkar landsstýriskvinnur, sum brenna fyri teimum málsøkjum, sum tær skulu umsita. Nógv góð samgongumál eru komin langt í fyrireikingini, og tað verður uppgávan hjá okkum í landsstýrinum at fremja hesi í verki, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking

Súsannna Bertholdsen er 51 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin seinastu tvey árini, og undan tí sat Súsanna seks ár í býráðnum á Tvøroyri. Súsanna hevur í mong ár undirvíst á Heilsuskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy.

Margit Stóra varð vald á løgtingsvalinum í 2022 og hevur síðani samgonga varð skipað verið landsstýriskvinna í heilsumálum. Margit hevur drúgvar leiðsluroyndir og kom úr einum starvi sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Javnaðarflokkurin ynskir Margit og Súsonnu hjartaliga tillukku og ynskir teimum eina hepna hond sum landsstýriskvinnur. Eisini vil flokkurin nýta høvið at takka fráfarnu landsstýriskvinnu, Ingilín D. Strøm, fyri stóra arbeiði og fyri hennara mongu avrik.

Klokkan 14 seinnapartin verður móttøka fyri nýggju landsstýriskvinnunum á Løgmansskrivstovuni, tá tær formliga taka við álitissessunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo