Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í fleiri ár hevur verið ávarað ímóti stóra starvsfólkatrotinum innan umsorganarøkini, sum fer at raka sera meint, um einki verður gjørt; ein orsøk er lønarlagið. 

Tað hevur samgongan tikið ábyrgd av og gjørt nakað við, sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Lønarlyft kom við í samgonguskjalið og 1. januar 2024 verður søguliga lønarlyftið veruleiki. Súsanna leggur aftrat, at:

- Hetta er eitt stórt stig rætta vegin fyri at bøta um søguliga lønarójavnan, sum serliga hevur galdandi innan umsorganarøkini, har ein stórur partur av starvsfólkunum eru kvinnur.

Tann 1. januar 2024 hækkar lønin hjá hjálparfólkum, sum starvast innan barna-, almanna- og eldraøkið, hjá námsfrøðingum, hjá námsfrøðihjálparum, hjá heilsushjálparum og hjá heilsurøktarum.

Í hesum sambandi hevur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna, sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum hesar spurningar um lønarlyftið:

- Hvørji atlit eru tikin, tá avgerð varð tikin um, hvørjir starvsbólkar skuldu fáa lønarlyft?

- Hvussu nógvar krónur meira um mánaðin fáa útvaldu starvsbólkarnir?

- Hvussu hevur Fíggjarmálaráðið roknað seg fram til júst hesar upphæddirnar?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo