Eitt av tiltøkunum í skránni fyri Jóansøku er eydnuhjól hjá Javnaðarflokkinum undir yvirskriftini "Vinn við Javnaðarflokkinum".
Tiltakið stendur at vera leygardagin frá klokkan 18 til 22.
Hetta er ikki vanligt á stevnum, at politiskir flokkar fara í beinleiðis kapping við ítróttafeløgini, og sum skilst er misnøgdin eisini stór, at hetta verður gjørt á Jóansøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo