Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Seinnapartin samtykti Løgtingið við breiðum meiriluta við aðru viðgerð, at fólk í Føroyum eiga rættin ókeypis at ferðast í føroysku náttúruni.

Hetta hevur eitt av politisku hjartamálum floksins. Fyri tveimum árum síðan hevði Javnaðarflokkurin eisini uppskot um, at føroyingar – undir treytum og avmarkingum – hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum. Uppskotið kom ikki til atkvøðugreiðslu ta ferðina, tí løgtingsval varð útskrivað.

Fyri løtu síðan samtykti ein breiður meiriluti á Løgtingi so við aðru viðgerð, at íbúgvar landsins hava frítt at fara í føroysku náttúruni undir ábyrgd, sum er at vísa vanligt fyrilit fyri náttúru, fenaði og øðrum. Grundarlagið hjá føroyingum eigur sjálvandi at vera, at hesin rætturin ikki er treytaður av vælvild ella gjaldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo