Í lesarabrævi í síðstu viku hartaði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Tjóðveldi fyri at hava tikið undir við teimum stóru íløgunum sosum innkomuvegnum og stórhøllini, samstundis sum Tjóðveldi hevur talað at manglandi útboði í somu málum. Og rætt er tað. Tjóðveldi hevur tikið ábyrgd í andstøðu, vit hava tikið undir við flest øllum stórmálum sosum stórhøllini (sum undanfarna býráð annars setti á skinnarar) og innkomuvegnum, tí hetta eru alt íløgur, sum hava týdning fyri menningina av kommununi og týdning fyri trivnað og borgarar, og Tjóðveldi sær eisini týdningin av at standa saman um tær stóru og dýru verkætlanirnar. Men hetta merkir ikki, at framferðarhátturin hevur verið í lagi við útboði, og hesum hevur flokkurin gjørt vart við í fleiri umførum alment. Serliga galið var tað við manglandi útboðnum av barnagarðinum Hans Andrias Djurhuus, sum er dýrasta bygging pr m2 í nýggjari tíð. 52 tús kr pr m2 fyri eina lutfalsliga lítla útbygging, sum kostaði íalt 55 mió. Orsøkin til hesa støðuna er manglandi planlegging av íløgunum, og tískil var meirilutin komin í tíðarneyð, og neyðugt var tí í skundi at byggja stovnin uttan útboð. Hetta átalaði Tjóðveldi eisini harðliga.
Ikki kann man siga, at sitandi meiriluti tók eins stóra ábygd í síðstu býráðssetu og hjálpti til, tá tær stóru íløgurnar skuldu samtykkjast. Tær stóru íløgurnar sum URD og langhylurin vórðu beinleiðis saboteraðar av tásitandi minniluta, sum nú situr við valdið. Tað bleiv lagt eitt stórt trýst á politiskt og ikki minst umsitingarliga at forða fyri, at hesar báðar íløgurnar yvirhøvur vórðu framdar. Men av tí, at undanfarna býráðssamgonga stóð saman og ynskti at raðfesta hesar íløgurnar, vórðu tær framdar. URD er í dag ein stovnur, sum er til gleði fyri nógvar eldri borgarar og langhylurin við stóra vælveruøkinum verður vónandi eisini til stóra gleði, tá hann eftir ætlan verður liðugur seinni í ár.
Ikki kann man siga, at sitandi meiriluti við borgarstjóranum á odda hevur gott handalag. Ì málinum um kirkjuna við Sandá á Argjum síggja vit eitt maktspæl millum formannin í byggi og býarskipanarnevndini og borgarstjóran, um hvør kemur fyrst út úr buskinum at siga sína støðu í málinum um kirkjuna við Sandá. Formaðurin í byggi og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, sum er settur til at hava greiða støðu í byggimálumm spælir krógva og blunda saman við hinum javnarðarumboðnum í byggi og býarskipanarnevndini, Kára Johansen, tá hesir báðir atkvøddu blankt í málinum um kirkjuna á Argjum herfyri. Borgarstjórin fæst heldur ikki at siga hvørja støðu hann nú hevur. Málið um kirkjuna á Argjum er blivið eitt maktspæl ímillum persónar. Javnarðarflokkinum.
Mint skal vera á, at tá man bjóðar seg fram, tað veri seg bæði sum borgarstjóra og sum formaður í byggi og býarskipanarnevndini, so er minsta mark at greiða fólki og býráði frá, hvørja støðu man man hevur í einum máli. Kirkjan á Argjum er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin og borgarstjórin eiga fult og heilt. Tað var við Javnaðarflokkinum á odda, at víst varð á økið við Sandá, hóast kirkjuráðið ynskti aðra staðsetning. Ì jan 2008 samtykkir býráðið, at kirkjan skuldi staðsetast við Sandá og á sumri sama ár játta friðingarmyndugleikar at loyva hesari bygging. I hesum máli er nú komið undan kavi, at servituttur varð lystur á økið, og ánarnir ynsktu ikki at bygt varð á hesum øki, tá tað bleiv latið kommununi. Hesin servittur er aldrinn komin fram í málinum fyrr enn nú, og hvør ið hevur ábyrgdina av hesum, skulu vit lata vera ósvarað, men borgarstjórin, sum sat í 2008, tá ið málið bleiv samtykt, eigur altíð evstu ábyrgdina av, at alt er farið rætt fram fyrisitingarliga.
Við góðari hjálp frá In.fo royndir Javnaðarflokkurin nú av øllum alvi at sleppa sær undan truplu støðuni og flyta ábyrgdina av kirkjuni á Argjum yvir á minnilutan at avgera. Lat tað vera greitt, at tá man bjóðar seg fram á stýra landsins størstu kommunu, má tað minsta kravið vera, at meirilutin stendur saman í stórmálum, antin at vera fyri ella ímóti. Um man ikki megnar at stýra og seta kósina er frægast at leggja frá sær, og lata onnur sleppa framat. Hvat endaliga úrslitið verður fæst at vita á komandi býráðsfundi hin 29 februar, livst so spyrst.
Vegna Tjóðveldi í Tórshavnar býráð
Annika Olsen, Elsa Berg, Jákup Dam, Gunvør Balle og Turið Horn
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo