Javnaðarflokkurin: 1. mai hátíðarhalda vit aftur altjóða arbeiðaradagin. Ein siðbundin dagur, har vit standa saman um virðilig kor á arbeiðsmarknaðinum fyri øll.
Sosialistisk Ung, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag skipa fyri tiltøkum í ávikavist Havn, Vestmanna og á Tvøroyri. Á skránni eru røður og tónleikur og lagt verður upp til samanhald og samrøður.
Tórshavn
Sosialistisk Ung skipa fyri morgunmati í Javnaðarhúsinum í Niels Finsensgøtu 14 frá kl. 08-10.30.
Tvøroyri
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag skipar fyri 1. mai-dagshaldi uttan fyri Pubbina kl. 16.
Skrá: Elma Næs Mortansdóttir, forkvinnan í SU Suður, bjóðar vælkomin • felagssangur • Jens Arni L Hammerfoss, formaður í SNJ, heldur røðu • Tvøroyra Hornorkestur spælir • Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, heldur røðu • felagssangur.
Suppa verður at fáa aftaná tiltakið.
Vestmanna
Norðstreymoyar Javnaðarfelag skipar saman við Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Vestmanna Arbeiðarafelag fyri 1. mai-dagshaldi á Reyða Torginum kl. 16.
Skrá: Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður og Aksel V. Johannesen, løgmaður halda røðu. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag. Tónleikur verður við Vestmanna Hornorkestri undir leiðslu av Atla Petersen. Aftaná fundin bjóðar Arbeiðarafelagið ein drekkamunn í felagshúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo