Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tann "óhefti" blaðstjórin á Sosialinum er í øðini inn á Edmund Joensen, tí hann ikki hevur gjørt sum abbadóttir hansara, forkvinnan í Unga Sambandinum, heitti á hann um at gera.

Yvirskriftin í Sosialinum er: Abbi aktaði ikki!

Blaðstjórin Eirikur Lindenskov gløðir í illsinni, og skrivar, at forkvinnan í Unga Sambandinum royndi at ávirka "abba sín og hinar fimm gubbarnar í Sambandsflokkinum".

- Men nei. Hóast abbin fyrr hevur verið fyri at geva samkyndum rættindi at giftast, so valdi hann heldur at spæla samgonguni eitt puss, skrivar firtni blaðstjórin.

Og víðari skrivar hann, at "hóast tað tykist so ótrúliga óbúgvið at uppføra seg soleiðis í politikki, so er tað regulin. Ikki undantakið".

Blaðstjórin fellur djúpari og djúpari í síni politiskt óheftu elendigheit, og skrivar:

- Hitt er so tað, at um andstøðufólk varnast, at samgongan hevur trupulleikar við onkrum tingfólki, so ger hon hvat hon kann fyri at oyðileggja spælið. Málið um hjúnabandslógina er eitt dømi um tað, skrivar blaðstjórin.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo