Tú kennir nokk Jasmin Mote úr bólkinum JASMIN: Tey vunnu Sement 2017, hava útgivið tvær EPir, vunnið tríggjar FMA virðislønir, spælt nógv uttanlands og ikki minst her heima í Føroyum, hava tey spælt til tey flestu tiltøkini, sum hava verið.
Nú, eftir fleiri litrík ár í JASMIN, hevur Jasmin Mote avgjørt at byrja av nýggjum við sínum egna soloprojekti: “jazzygold”.
Jasmin hevur longu arbeitt í loyndum við hesum nýggja projektinum í tvey ár, har hon hevur ferðast aftur og fram til Stokkhólms at framleiða sín nýggja tónleik saman við Daniel Hedberg, Ida Rehnberg, Ellu Öfwerman og Kristofer Cepevski.
Hon hevur arbeitt hart at finna fram til hendan nýggja tónleikasamleikan og er nú endiliga klár at vísa verðini hvør hon veruliga er.
“jazzygold” er longu bóka at spæla á Trondheim Calling, einum showcase festivali í Norra, í samstarv við FMX.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo