Hósdagin 28. mars letur Janus á Húsagarði málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Myndaevnini eru flestu av smálutum, skapningum og verum, ein kann vera heppin at síggja í føroysku nátturuni - um ein hevur eyguni við sær.
Janus á Húsagarði er 43 ára gamal. Hevur teknað og málað, síðani hann var smádrongur. Hann hevur havt hópin av framsýningum runt um í Føroyum, í Íslandi og í Danmark.
Janus hevur millum annað teknað barnabøkurnar: Mosamollis og Mosalisa, Veiða vind, Dunniungin Pu og fleiri.
Framsýningin letur upp hósdagin kl 16. og er opin hvønn dag fram til mánadagin 1 apríl frá kl 13 til 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo