Jane Birkin er deyð, hon bleiv 76 ár.
Tað skriva fleiri franskir og altjóða miðlar.
Jane Birkin bleiv kend um allan heim í seksti árunum tá hon saman við manninum Serge Gainsbourg gav út sangin 'Je t'aime... moi non plus' sum vegna sínar sexuellu undirtónar bleiv forboðin í útvarpinum í fleiri londum.
Jane Birkin legði eisini navn til legendarisku Birkin taskuna, sum bleiv eitt móta fyribrigdi og so væl umtókt, at hon í dag verður seld brúkt fyri fleiri hundrað túsund krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo