Fyrsta hálvárið 2020 var føroyska internetið tað skjótasta í heiminum. Tað upplýsti Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, í Degi & Viku í gjár.
- Vit hava júst fingið at vita frá Ookla, at fyrsta hálvárið 2020 var føroyska internetið tað besta í heiminum, segði hann í sendingini.
Ookla hevur yvirlit yvir skjótleika og dygd á interneti í londum um allan heimin. Og sambært heimasíðuni hjá Ookla er miðal download ferðin fyri allan heimin 78 Mbps (mega bits per second) og Upload ferðin er 42 Mbps fyri fast samaband.
Á yvirlitinum hjá Ookla eru lond sum Singapor og Suðurkorea tó at síggja ovast. Men tað hongur kanska saman við, at Føroyar ikki verða roknaðar sum land í hesum høpi.
Tú kanst kanna ferðina á tínum interneti her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo