Eg havi altíð gjørt vart við, at eg undir ongum umstøðum tók undir við tilfeingisgjaldinum.
Hetta hevur eisini verið greiða støðan hjá Føroya Fiskimannfelag, minus ein, ið tók undir við einum tilfeingisgjaldi uppá 10 til 15%.
Eg havi eisini altíð tikið undir við, at botnfiskaflotin nýtur fiskidagar.
Hetta var eisini greiða støðan hjá Føroya Fiskimannafelag, minus ein, sum heldur vildi hava kvotur.
Tí betur hava vit havt eina nevnd, ið undir ongum umstøðum, hevur tikið undir við tilfeingisgjaldi, ella at nýta eina óbrúkuliga kvotaskipan, heldur enn eina gagnliga fiskidagaskipan, ið forðar fyri útblakið.
Also burtursæð frá tí eina.
Nú gongur tann eini við einum dreymi um, at fáa síni máli ígjøgnum.
Hesaferð sum formaður.
Nei, Mortan, stendur tað til mín, so sleppur tú hvørki at arbeiða fyri tilfeingisgjaldi ella at fáa kvotur á botnfiskaveiðu.
Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tann ringasta er alternativið. (Winston Churchill)
Jan Højgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo