Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So brynja tjóðveldistar og aðrar grátisurrur seg aftur til sítt árliga september-martyrium í morgin, sum man hevur dyrkað líka síðani stutt eftir Kríggið.​

Í ár ætla teir at fáa jamri- og grenjihjálp frá boðsendum fakirum úr Indien, sum skullu leggja teimum lag á sjálvpíning á seymbrettum.

Tann braneggjaða Løwe, tann ovurfríski Áki og tann fantasiplágaða Reynatúgvan skullu leggja fyri sum pínslaváttar á seymleguni, meðan restin av flokkinum jamrar og venar seg standandi, veipandi og smádansandi rundan um tey.

Men fyri variatiónina skyld hevur Ovur-Høgni lovað, at hann vil lata seg kákstrúka í einum gapistokki av yngri tjóðveldistum á Doktaragrund, meðan sakleyst spákandi fólk á gonguferð framvið verða eggjaði til at gyppa pínsluhøvdingin fastliga í tann republikanska afturpartin.

Fyri at hann skal eymka seg serliga ønskriliga hava partamenn vavt hann inn í eitt Dannebrog, so hann bara kámliga hómast sum ein burkaklødd muslimsk grýla.

Tann ekstremt lítillætni Magni Arge hevur keypt sær hondjørn og sterkar tummilskrúvur úr Barcelona at melta seg við​, og hann ætlar at lata seg binda til ovasta toppin á flaggstongini hjá Ríkisumboðnum í eitt heilt samdøgur, uttan bæði vátt og turt.

Hann roknar afturfyri við at verða útnevndur til flokksins allarfremsta og mest kúgaða masochist.

Kúgingarprísurin verður handaður nýggjársnátt afturvið einum vælvaldum donskum sparki frá onkrum forstýraðum donskum tjóðveldisti.

Tann ovurbeskedni Carl Johan Jenssonur, alias ó-skaldið hevur sjálvandi eisini lovað at komið við serligari eykarutu úr London til tann stórfingna pínu-fundin hjá tjóðveldismuni.

Longu í flúgvaranum ætlar Landsmøsnarin at leggja fyri við ymsari sjálvpíning.

M.a. hevur hann noytt seg sjálvan til at lesa fleiri síður av sínum egnu produktum, uttan steðg.

Tað er ein sadistisk hørð avbjóding, sjálvt fyri ein garvaðan september-plágara.

Hann hevur annars boðið sær til at lata seg alment fleingja í beran loysingar-dintil av onkrum sambandsfólki og hjástøddum donskum turistum úti á Tinganesi, hvis tey troysta sær at leggja hond á tann ótespiliga London-loysingin.

Hin stórkulturelli, fínamentaði og dansktfíggjaði tjóðveldisturin, tann ovurhondsmentaði sjálvpromoveraði Landslarmarin, Sunnuleivur hevur lovað fyri fyrstu ferð at lurta non-stop eftir sínum egnu symfonium og øðrum løgnum tóna-produktum ein heilan dag frá sólarrisi til sólsetur.

Tað er ein heilt ómenniskjanslig pína fyri bæði normal oyru og psyku. Men larmarin hevur sterkar nervar, og hvat ger man ikki fyri ta republikansku masochismuna?

Anita á Frederiksmørk hevði lovað at loypa útav Kúrbergi við Pálli á Reynatúgvu í føvninginum, men tað bleiv avlýst, tí Páll tordi ikki!

Hvør fíggjar nú tað líðilsisfulla martyriums-projektið???

Ja, eftir vanligum republikønskum biddara-siði, ætlar man at Danmark skal betala og menn royna at fáa Tað danska Fólkatingið at finansiera allan Pínufundin.

Tann stílskrivandi Ovur-Høgni hevur tí sett saman eitt klassiskt tjóðveldis-biddaraskriv, har teir brúka næstan somu umsókn, sum tá ið teir søkja danska biddarahjálp til flokkin.

Sett er kortini ein formell biddara-nevnd við tí verðinsfjara troubadurinum Steintóri á odda.

Teir royna stálsettir at bidda Fólkatingið skrivliga um hjálp til at spilla danskarar út fyri.

Steintór hevur eisini lovað at lurta eftir "Sært tú fuglin har... charmerandi er tað" fjúrtan ferðir í tíman ein heilan dag. 

Rani brókaloysingur plágar og mishandlar eina sakleysa guitar afturvið uttan steðg..

Tá rokna menn við, at báðir treingja til terapeutiska hjálp, sum Danmark sjálvandi betalir.

Eftirsum pínan, plágan og september-líðilsi kann gerast hættisligt, hevur man fingið danska hjálp til at gjalda samarittar og eykavaktir á sjúkahúsum alla mikunáttina, hvis onkur loysingur hevur fingið skaða av fjúrtanda-september-masochismuni.

Serliga bangin er man um tey bæði fínkulturellu LANDS-frellini, C. J. J. og Sunnuleiv, tí teir verða beinleiðis pískaðir við egnum skorpiónum, og tað er herskið og beinleiðis lívsfarligt, uttan danska medicinska hjálp!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo