”Jamen, vit tjena so ikki uppá hetta her, sjálvt um at vit øll eiga hesar firðirnar. Vit eiga øll, also, Føroya land, ha?”
Nú skal man varða seg fyri at taka setningar úr samanhangi, men eg hugsi ikki, at tað bilar so øgiliga nógv í hesum føri, tí samanlagda samrøðan er í tráð við brotið.
Brotið er úr Breddanum hjá Kvf, sum varð sendur í morgun. Verturin tosaði við ein búskaparfrøðing um alivinnuna, tøkugjald, skatt, tilfeingisrentu og eyka tilfeingisrentu, framíhjárætt, yvirnormalt yvirskot og ovurstóran ónormalan vinning.
Tað stutta av tí langa var, at eftir røttum átti alivinnan at goldið heilt upp í 1 milliard og 300 milliónir aftrat teimum 3-400 milliónunum, hon ger í dag. Jau jau. Ikki smávegis.
Man fekk ta fatan, at føroysku firðirnir fullkomiliga av sær sjálvum vita, hvussu laksur skal alast. At alt bara er komið av sær sjálvum, og at nøkur ávís nú hava fingið henda framíhjárætt at seta nakrar ringar út, proppa fisk í og vupti jackpot!
Ikki eitt orð um ovurstóran váða, ovurstórar, ja, yvirnormalt ónormalar íløgur. Íløgur sum hava verið størri, enn avlopini hava verið.
Ikki eitt orð um ovurhonds stórt og umfatandi avleitt virksemi. Um ovurhonds nógvar undirveitarar av alskyns slagi, sum hava kunnað ment seg og sínar vørur og tænastur bæði í Føroyum og kring allan Knøttin. Ikki eitt orð um góð og spennandi arbeiðspláss fyri hundraðtals arbeiðsfólk – og ikki minst tey ungu, sum sleppa at royna seg á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn leiðin kanska gongur víðari til hægri lesnað ella annað. Ikki eitt orð um eina rúgvu av vitanartungum størvum. Um gransking á fleiri økjum. Um ovurhonds nógvar milliónir í skattakrónum.
Alivinnan er á mangan hátt ein sólskinssøga – men tað er ikki av ongum, at hon er vorðin tað!
Tað er við bit og slit, við váða og tapi, við visjónum og framskygni at hon er komin hagar, hon er í dag. Og tað er ikki okkum, sum hava sitið heitt og væl í almennum kontorstólum og hugt út á firðirnar í ódn og logn at takka, at tað hevur víst seg, at føroysku firðirnir eru væl egnaðir til aling. Tað veit eg bara.
Og vit skulu lata vinnuna framhaldandi gera íløgur, at vaksa og skapa arbeiðspláss av øllum handaslagi. Lata peningin sum mest arbeiða í vinnuni, sum síðani kann gera fleiri íløgur við m.ø. aling á streymasjógvi og møguliga á opnum havi, soleiðis at firðirnir kunnu verða spardir fyri tað trýst, sum teir eru undir, tá alið verður.
Tað er so nógv annað, men tað stutta av tí langa er, at eg eri diametralt ósamdur við yvirskriftini, sum eg setti. Tí: SANNILIGA TJENA VIT ØLL UPP Á HETTA HER! Á so ótrúliga nógvum økjum, og tað seyrar út í hvønn krók í samfelagi okkara.
Bárður á Lakjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo