Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og vaksa, má tað eisini fáa føði, sum er plantuæti. Tí setir gróðurin av plantuæti um várið gongd á gýtingina hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskalarvum. Longur út á várið og summarið, tá fiskalarvurnar eru vaksnar nakað, fáa tær tikið aðra og størri føði. Viðurskiftini í náttúruni skifta frá tíð til aðra og tí leggur Havstovan dent á at kanna, hvussu tey skiftandi viðurskiftini í náttúruni ávirka føðiumstøðurnar, vøksturin og yvirlivilsið hjá fiskalarvum.

Í tíðarskeiðinum 8.-14. mai gjørdi Jákup Sverri ta árligu kanningina av føðiviðurskiftum hjá fiskalarvum á Landgrunninum um várið. Væl var av plantuæti á flestu støðum, serliga vestanfyri, í Vágahavinum/Sandshavinum. Gýtingin hjá reyðæti var í miðal umleið 8 egg/hon/samdøgur, sum er nakað yvir miðal, men er tó ikki av tí mesta. Reyðætið gýtti minst eystanfyri og mest vestanfyri og undir landi norðanfyri.

Ein góð spjaðing var í støddum og sløgum av djóraæti. Hetta er helst gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru. Men hóast føðiviðurskiftini tóktust at vera í lagi, so vóru fiskalarvunum smáar.

Seinni í ár verður magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri, so tá sæst, hvat og hvussu nógv tær ymiska larvurnar hava etið.

Les alla túrfrágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo