Tórshavnar Súkklufelag: Tríggjar etapur og tríggir sigrar til Jákup Petur Eliassen, sum vann tá Landavegsúkkling var á Sandi í dag.
Í dag var Súsanna Skylv einsamøll kvinna, men kortini smæddist hon ikki burt millum menninar. Hon brúkti 2 tímar og 13 minuttirnar um teir 63 kilometrarnar.
Eftirsum nógv byggivirksemi er í oynni í hesum døgum, so avgjørdi dómararnir at broyta teinin nakað. Eftir ætlan skuldu súkklarar koyra til bæði Húsavík og Dals, men vegna nógva arbeiðið har, so bleiv ístaðin koyrt millum Skálavík og Sandsbygd.
Meðan tað bleiv byrjað við Meginskúlan, so var málið við bygdarhúsið Keldan í Skálavík.
Tað er er ongantíð roynt áður, og vónandi fara fyriskiparar innan føroyska súkkling aftur at koyra teinin runt Sandsvatn. Ein spennandi og sera avbjóðandi teinur.
Byrjað var sum sagt við Meginskúlan, og síðan bleiv koyrt ein sokallaðan "master start". Hetta merkir at ferðin er lá fyrstu kilometrarnar, og merkir eisini, at tað ikki er loyvt hjá súkklarum at fara frá hinum í feltinum. Leiðin gekk nú runt um Sandsvatn, áðrenn kappingin av álvara bleiv skotin ígongd.
Komnir til Meginskúlan, gekk leiðin aftur móti Sandsbygd, niðan eftir Brekkuni Stóru, og síðan aftur móti Skálavík. Hetta umfarið bleiv koyrt tvær ferð, áðrenn vinnarin hjá kvinnum og monnum var funnin.
Eftir "master startin" øktist ferðin øktist, og tá leiðin gekk niðan eftir Brekkuni Stóru tintist í frontinum, og skjótt vóru tað bara Hilmar Hansen og Jákup Petur Eliassen, ið lógu fremst.
Andrass Joensen, Bogi Gregersen og Gunnar Dahl-Olsen royndu at halda tørn, men Jákup Petur og Hilmar vóru stinnari. Men við góðum samarbeiði byrjaði munurin aftur at minka, og tá koyrast skuldi oman móti vegnum til Húsavík, var útbrotið koyrt inn aftur.
Ferðin øktist oman eftir Brekkuni Stóru, og løtu seinni, tá ferðin nærkaðist 90 km/t, so var aftur skilt sundur í oddinum.
Jákup Petur og Hilmar koyrdu undan, og Gunnar, Andrass og Bogi royndu enn einaferð at koyra útbrotið inn aftur.
Leiðin gekk nú aftur móti Skálavík, og nú skuldi vinnarin finnast. Hilmar stríddist, men Jákup Petur gjørdi bart og koyrdi frá Hilmar tá leiðin gekk niðan eftir Brekkuni Stóru, á síðsta umfarinum. Hann økti, og tá avtornaði gjørdist munurin góð 40 sekund. Meðan Jákup Petur brúkti 2 tímar og 2 minuttir og 57 sekund um teir 63 kilometrarnar, so brúkti Hilmar 2 tímar 3 minuttir og 38 sekund um teinin.
Kampur um bronsuna
Andrass, Bogi og Gunnar høvdu uppgivið at fáa útbrotið aftur, og nú ráddi um at vinna síðsta plássið á sigurspallinum. Bronsuheiðursmerkið.
Tað gekk niðan og niðan. Tað bleiv koyrt hart, men eisini taktiskt. Bogi setti ferðina upp, og Gunnar svaraði aftur. Ferðin fór eitt sindur niður, og Andrass, sum hevði mist, nærkaðist.
Bogi setti aftur á. Meðan Andrass aftur misti nakrar metrar, so helt Gunnar tørn. Helt áfram tá hann hevði fingið Boga aftur, fór framvið, og tá koyrast skuldi oman í Skálavík, var gapið aftur til Boga og Andrass blivið til góðar fimti metrar. Gunnar økti og økti, og var tað tí hann sum løtu seinni koyrdi triðjur um málstrikuna.
Hetta var triði sigurin hjá Súsonnu, og hon liggur tí samanlagt á odda hjá kvinnum. Koyrdir eru tilsamans umleið 150 kilometrar, og hevur Súsanna brúkt góðar 5 tímar um allar tríggjar teinarnar.
Jáup Petur hevur eftir tríggjar sigrar somuleiðis lagt seg á odda samanlagt, og hevur hann brúkt 4 tímar og 35 minuttir um teir umleið 150 km. Hjá monnum eru tað umleið 6 minuttir millum nummar eitt og tvey. Jákup Petur er vælkoyrandi í ár, og tað verður tí ringt at koyra munin inn aftur, nú tað eru tveir teinar eftir. Ikki ómøguligt, men heldur ikki ein lættur dystur. Á einum samlaðum triðjaplássi liggur Andrass Joensen. Munurin fram til Jákup Petur er smáir 9 minuttir.
4. etapa - Suðuroyggin
Í morgin verður tað Suðuroyggin, sum er karmur um 4. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar.
Byrjað verður klokkan 10, og gongur leiðin av Tvøroyri, til Hvalba, til Øravík, og síðan spennandi teinin niðan á Hovsegg. Koyrt verður til Hov, til Porkeri, til Vágs. Hildið verður fram til Lopra go gjøgnum berholið til Sumba. Vent verður í Sumba áðrenn leiðin aftur gongur gjøgnum bergholið. Koyrt verður framvið Lopra og so á mál í Vági. Málið verður aftur í ár við Effostøðina í Vági. Roknað verður við, at fyrsti súkklarin kemur á mál umleið klokkan 12.
Úrslit frá kappingini á Sandoynni kunnu síggjast á leinkjuni niðanfyri:
Leif Mohr Kring Føroyar 2023 - Dagur 3 | Race results | Webscorer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo