Hagstovan: Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, so er samansetingin av mest vanligu fólkanøvnunum broytt nakað seinastu árini. Lív er nú millum tíggju tey mest vanligu kvinnunøvnini, meðan Jónas er nýggjasta navnið millum mest vanligu mannfólkanøvnini.
Jónas vorðið millum 10 vanligastu nøvn á monnum upp á stutta tíð
Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.
Fara vit 30 ár aftur til 1993, eru tó onkrar broytingar at síggja. Síðan tá hava nøvnini Martin, Magnus og Jónas tikið plássini frá Jan, Regin og John á listanum yvir tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Av teimum er Jónas nýggjasta navnið. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld. Tað er klintrað av einum 367. plássi í 1993 til áttanda pláss í 2023, tá teir vóru 170 í tali.
Lív millum mest vanligu nøvnini á kvinnum
Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma onnur vælkend nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá. Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 1995. Áðrenn 1995 var Marjun millum trý tey mest vanligu nøvnini á kvinnum.
Eins og hjá monnunum vóru tíggju tey vanligastu nøvnini í 2023 at kalla tey somu sum í 1993. Einasti munur er, at navnið Anna Maria er skift út við navnið Lív, sum í 2023 er á tíggjunda plássi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo