EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru í dag komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan.
Avtalan um ikki at leingja samstarvið er gjørd í sátt og semju millum felagið og Jákup Martin, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.
EB/Streymur takkar høvuðsvenjaranum fyri tíðina í felagnum og ynskir honum blíðan byr víðari.
Felagið upplýsir, at nevndin arbeiðir í løtuni við at fáa venjaraspurningin upp á pláss, og vænandi verður nýggjur venjari settur áðrenn ársskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo