Skála ÍF: Jákup Jakobsen heldur fram hjá Skála ÍF næsta kappingarár.
Jákup er 31 ára gamal, giftur við Ansy S. Jakobsen og er føddur og uppvaksin á Skála. Hann hevur spælt 187 dystir í bestu deildini og er tí ein av royndastu leikarunum hjá felagnum.
Hann hevur somuleiðis verið liðskipari og ein týdningarmikil leikari í verjuni hjá Skála ÍF í farna kappingarárinum.
"Vit gleðast almikið um at Jákup hevur valt at endurnýggja sáttmálan og eru sera takksom fyri hansara íkast til felagið" sigur Jóannes A. Prestá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo