Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Uruguayansku landsliðleikararnir Edinson Cavani, Jose Maria Gimenez, Fernando Muslera og Diego Godin verða møguliga leikbannaðir í upp til 15 dystir fyri teirra atburð undir HM-endaspælinum, skrivar tv2.dk

Sambært spanska miðlinum AS eru hesir fýra í vanda fyri at fáa leikbann í 10-15 dystir, og hetta er galdandi bæði fyri teirra heimligu feløg og landsliðið. 

Tað var eftir síðsta dystin í bólkaspælinum móti Ghana, at uruguayansku leikararnir vóru í øðini inn á dómaran og fóru yvir um mark. Eisini gekk vreiðin hjá teimum út yvir VAR-skermin. 

Uruguay kom ikki víðari úr bólkaspælinum í HM. Suðuramerikanska landið var í bólki saman við Portugal, Suðurkorea og Ghana.

Cavani hevur sáttmála við Valencia, Gimenez við Atlético Madrid, Muslera við Galatasaray og Godin við argentinska Velez Sarsfield.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo