Í juni er tað Jafet Thomassen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Jafet er sørvingur, er sjálvlærdur, hann hevur ikki málað so nógv seinastu árini. Hann byrjaði tó aftur, so hann hevur nakrar nýggjar málningar til hesa framsýningina.
Honum dámar væl at síggja eina vakra mynd, eitt nú úti í náttúruni, fyri síðan at føra vakurleikan yvir á lørift. Hetta sæst eisini á motivunum.
Ein blíant tekningunum er av pápa Jafets, Thedor Thomassen, sum bleiv elsta fólk, 107 ár, sum nakrantíð hevur livað í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo