Stórskemtarin Jacob Haugaard fer í heyst at royna seg á dansigólvinum í sjónvarpssendingini "Vild med Dans" sum Kringvarpið eisini plagar at vísa.
Jacob Haugaard, sum er 67 ár, er uppvaksin í Danmark, men hevur ættarbond á Tvøroyri. Bæði støðini er hann kendur sum stórskemtari, eitt nú varð hann valdur á fólkating einaferð, millum annað við at lova fólki undanvind tá tey súkklaðu.
Hann er ikki nøkur ørn á dansigólvinum, viðgongur hann, men ætlar kortini at gera eina roynd.
- Hann ið onki váðar, hann onki vinnur, sigur Jacob Haugaard.
Tað er ikki greitt enn, hvørjum hann skal dansa saman við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo