Tíðindini bórust fyrr í dag, og nú hevur United-managarin Erik ten Hag váttað, at royndi málverjin verður at síggja á Old Trafford í seinnu hálvu av kappingarárinum.
Hetta skrivar Manchester Evening News.
29-ára gamli Butland kemur inn fyri Martin Dubravka, sum avbreyt sína leigiavtalu við United herfyri og vendi aftur til móðirfelagið Newcastle United.
Butland, sum hevur spælt níggju dystir á enska landsliðnum, verður sum skilst triði málverji hjá United aftanfyri David de Gea og Tom Heaton.
Talan er um eina leigiavtalu.
Butland hevur áður spælt við Birmingham City, Cheltenham Town, Stoke City, Leeds United, Derby County og Barnsley. Hesi síðstu tvey árini hevur hann spælt við Crystal Palace.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo