Nettosølan minkaði úr 260 niður í 217 mió kr ella við øðrum orðum við meira enn 40 mió kr, tað sum svarar til 15%. Framleiðslukostnaðirnir minkaðu sama tíðarskeið við einans umleið 4 mió kr. Og tá tað heldur ikki eydnaðist at minka stóra postin starvsfólkakostnaðir meira enn tríggjar milliónir, úr 67,7 niður í 64,7 mió kr, so var longu galið á úrslitinum áðrenn rentur sum endaði á minus 32 mió kr sum skal samanberast við smáar 4 mió kr í vinningi árið fyri.
Kapitalpartar í øðrum feløgum bøttu nakað uppá støðuna, men úrslitið áðrenn skatt hjá J. & K. Petersen Contractors endaði í fjør á minus 30 mió kr og eftir skatt á minus 24 mió kr, sum skal samanberast við vinning á góðar 6 mió kr árið fyri.
Leiðslan er ikki nøgd við gongdina, men sigur soleiðis um orsøkina:
- Ein munandi partur av hallinum fyri 2021 stavar frá at arbeiðið uppá Tórshavnar Havn ikki hevur gingið eftir ætlan og tí eru reguleringar gjørdar viðvikjandi arbeiði í gerð og hevur hetta eisini kostað felagnum meir enn upprunaliga budgetterað.
Undir framtíðarútlitum verður millum annað sagt, at heldur enn at útvega sær útgerð til at gera vegir og tunlar, so átti landið at latið privatum fyritøkum hesar uppgávur.
- Tað hevur týdning fyri menningina av føroyskum fyritøkum, at tær fáa uppgávur at loysa. Her hava land og kommunur eisini eina ábyrgd, verður millum annað sagt.
Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigar við 115 mió kr og eginognin er 42 mió kr.
Steinolvur Petersen er stjóri.
Les eisini: Lakari ár hjá Articon
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo