Brøðurnir Langgaard máttu minka um sín ognarlut í INTRA, tá teir herfyri framdu fyrsta uppkeyp teirra í Danmark. “Betri at fáa ein minni part av nøkrum stórum enn at fáa alt av nøkrum lítlum” greiðir Reimund frá í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna.
Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna verður sjóneykan sett á íverksetarafyritøkur. Tvær íverksetarafyritøkur eru gestir í sendingini, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur.
Fyritøkurnar vísa ymiskleikan í íverksetaravirksemi í Føroyum. Uttan íverksetan, har eldsálir taka stig til at gagnnýta nýggj hugskot og nýggja tøkni í handilsligum høpi, vil motorurin í búskapinum skjótt kódna. Tær báðar fyritøkurnar fáast við heilt ymisk virkisøkir, men báðar hava fingið gott fótafesti á marknaðunum her heima og hava ambitiónir um framhaldandi vøkstur.
A4 veitir týska góðsku til byggivinnuna
Fyritøkan A4 er ein sólskinssøga um unga mannin við einum dreymið um at gerast íverkseti. Dávid á Rógvu Isaksen stovnaði fyritøkuna í 2016, bert 21 ára gamal, og er hann eisini stjóri í fyritøkuni. Nú 7 ár eftir, er A4 vaksin til eina fyritøku, sum dagliga samstarvar við alla vinnuna.
Dávid á Rógvu Isaksen frá fyritøkuni A4 er tann eini gesturin í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna.
A4 fæst við veitingar til føroysku byggiídnaðin, har Dávid er byrjaður heilt frá botni og í dag selur til størstu fyritøkurnar í landinum. Fyritøkan hevur í dag einaumboð upp á vørur frá stóru týsku stórfyritøkuni Reca í Føroyum og Íslandi.
Dávid er gestur í sendingini, har hann fer at greiða frá leiðini frá hugskoti til handilsligt virksemi.
Ársins íverkseti er farin til verka í Danmark
Herfyri bleiv kunngjørt, at ársins íverkseti 2023 er kt-fyritøkan INTRA við høvuðssæti í Runavík. Hetta var á ársins Íverksetaradegi, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík skipaði fyri. Kagar man í roknskapirnar hjá INTRA síðstu nógvu árini, er tað ikki júst nakar vinnuspíri talan er um. Tí fyritøkan hevur øll árini megna at havt góð svørt tøl á botnlinjuni og støðugan vøkstur í topplinjuni.
Men hvussu megnar man at vera ein dugnaligur íverkseti og samstundis skapa góð fíggjarlig úrslit? Og hvussu kann man taka næsta stig og fáa lønandi vøkstur uttanfyri landoddarnar? Tað eru nakrir av spurningunum, sum Johnny í Grótinum fer at umrøða við eigararnar av ársins íverkseta 2023.
Brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard keyptu fyritøkuna Krea í 2015, har teir eftirfylgjandi umløgdu og fokuseraðu virksemi í fyritøkuni til at menna og veita eina intranetloysn til fyritøkur og stovnar. INTRA er bæði ein innanhýsis heimasíða og ein app, sum eisini ger tað nemt hjá starvsfólkum uttan telduatgongd at brúka loysnina og fáa kunning.
Í dag hevur INTRA 150 vinnukundar og 16.000 brúkarar í Føroyum og Grønlandi. Herfyri keypti fyritøkan eisini aðra danska fyritøku, sum somuleiðis hevur áleið sama talið av kundum og brúkarum á eini líknandi loysn. Sostatt hevur INTRA í einum víðka virksemi til Danmarkar og tvífalda kundagrundarlagið.
Í tí sambandi setti Framtak pening í fyritøkuna, soleiðis at INTRA á tann hátt fekk hóskandi kapitalgrundarlag at fremja víðkanina til Danmarkar. Í sendingini greiða teir millum annað frá um visjónunum fyri framhaldandi vøkstri og geva hyggjuráð til onnur við dreymi um at gerast íverkseti. Loysnin hjá INTRA verður veitt í kapping við altjóða kt-risar.
Sendingin Búskapur & Vinna verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30 og 22:00. Sendingin sæst eisini á netvarpinum á www.tv.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo