Eftir sera væl eydnaða íverksetaradagin, ið fyrstu ferð varð hildin í januar 2022, bjóðar Roknskaparfelagið nú aftur íverksetum møguleikan at fáa ókeypis ráðgeving um avbjóðingar í samband við stovnan av nýggjum virki.
- Tað eru nógv ting, sum eru neyðug at hugsa um, men sum kanska ikki liggja ungum íverksetum fremst í huga. Hesum vilja vit gjarna hjálpa teimum við, so tey kunnu koma trygt í gongd við sína forrætning, sigur Tórur við Áir, skrásettur grannskoðari og stjóri í Roknskaparfelagnum.
Í ár verður íverksetaradagurin í nýggju hølunum hjá Roknskaparfelagnum í Hornabø, mánadagin 16. januar kl. 9-17. Møguleiki verður at fáa alt tað lívsneyðuga at vita um skráseting, bókhald, roknskap og tílíkt. Tiltakið er ætlað øllum, sum nýliga hava ella umhugsa at stovna egna fyritøku, hava rent seg í avbjóðingar við bókhaldi, grannskoðan o.ø., hava eina fyritøku, sum stendur í vøkstri og hevur brúk fyri nýggjum tænastum, vilja hava bókhaldið í eina tryggari legu ella bara vilja sleppa at brúka meiri tíð upp á sølu og menning og minni upp á fyrisiting.
Lesast kann meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Roknskaparfelagnum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo