Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Sólskinssøgur innan ferðavinnu og íverksetan er evnið til fyrilestrarnar mánakvøldið 19. februar. Tríggir sera spennandi fyrilestrar eru á skrá.

Maud Wang Hansen kemur at siga frá sínum virksemi úti í Nólsoy.  Hon hevur 'Hjá Maud' har hon, sum liður í at tálma veðurlagsbroytingum, er farin undir at velta egið grønmeti. Eisini hevur hon heimablídni, ið byggir á burðardygga matmentan við føroyskum heimagjørdum mati og stuttfluttum rávørum.

Hjúnini, Bartal í Gongini og Berit Unn Petersen, fara at siga frá síni fyritøku, Rent a Bike & Outdoor. Frá íverksetarafelagi til smápartafelag, hava tey ment eitt nýtt ferðamál fyri súkklarar.

Í sambandi við hesar sólskinssøgur fáa vit eisini innlit í hvussu ein stovnar eitt íverksetarafelag ÍVF. Magni Thomsen frá Íverksetarahúsinum kemur at greiða frá.

Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 19. februar kl. 19-21, og eru ókeypis.

Tiltakið er ein partur av eini fyrilestrarøð, ið snýr seg um íverksetan og ferðavinnu. Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. Vit miða altíð ímóti, at trivnaður og nøgdsemi eru í hásæti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo