Suðuroyingar flest elska Elvis og her hava okur fleiri, ið eru uppkallaði eftir ”the King”. Úttalan er ymisk. Nøkur siga Elvøs, onnur Elvus, tó tey flestu siga Elvis.
Tá jeg hugsi um Elvis, so rennur lagið ”It’s now or never” mær í huga. Heitið á hesum risahitti hjá fenomeninum úr Mississippi, er eisini sera beinrakið, tá hugsað verður um støðuna vit í Suðuroynni eru í nú!
Tað er ”Now or Never” at okur øll eiga at standa saman og fáa suðuroyingar inn á Ting og í Landsstyrið!
Suduroyggin, og fólkið her býr, skal hoyrast tá avgerðirnar verða tiknar – okur skulu ikki verða skúgvaðir til viks sum grenj, men virðast og hoyrast!
Hjálpið mær á valdegnum, at hjálpa tykum, mínir oyggjabúgvar!
Bjarni Hammer
Títt valevni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo