Sunda kommuna: Í dag varð ítróttahøllin við Streymin handað kommununi. Nú verður listin sett upp í høllini og smávegis snøklar gjørdir, síðani er hon klár at taka í nýtslu eftir árskiftið.
Talan er um fyrstu ítróttahøll nakrantíð í Sunda kommunu. Høllin er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin og er ein av flottastu hallum í landinum. Hon er lýkur øll mát tá talan er um hondbólt og flogbólt.
Pláss er fyri 350 sitandi áskoðarum. umframt tað kann hon rúma størri tiltøkum. Høllin hevur góð ljóðviðurskifti og egnar seg væl til framførslur av ymsum slag.
- Vónandi verða borgarar og ítróttafeløg glað fyri nýggju ítróttahøllina við Streymin og fara at brúka hana dúgliga. Hetta má sigast at vera ein sera góð jólagáva, sigur Sunda kommuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo