Tað er eingin loyna, at Ukraina vantar loftverju til at steðga framgongdini hjá russiska herinum í krígnum í landinum.
Men meðan bíðað verður eftir vápnastuðli frá USA og Europa er ukrainska megin noydd at finna bráfeingis alternativ til tess at verja seg móti fíggindanum.
Og tað hava ukrainar gjørt.
Yvir ein triðing av millióndýru stríðsvognunum, sum russiski herurin hevur mist seinastu mánaðirnar, hava ukrainar oyðilagt við bíligum ítrivsdronum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo