Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið ferfalda vinnaran á filmstevnuni í Venezia og italska Oscaruppskotið í ár - Io Capitano hjá kenda leikstjóranum Matteo Garrone.

Virðislønti italski leikstjórin, Garrone, sigur í hesum hugvekjandi filmi hendingaríku søguna um vinmennirnar Seydou og Moussa, sum fara úr Dakar í Senegal. Ikki tí tað er kríggj, ella at teir av øðrum ávum eru noyddir at rýma úr heimlandinum. Teir vilja bara til lovaða landið Evropa.

Hóast søgan fer fram í okkara tið, eru ummælarar, ið vísa til klassisku ferðasøguna hjá Homer um Odysseus, sum eisini er við í Ilionskvæðinum, sum Janus Djurhuus umsetti, og byrjar við griksku strendurnar í Ithaka.

Internet Movie Database sigur um nýggja italska filmin , at hann er: “A contemporary Odyssey through the dangers of the desert, the horrors of the detention centers in Libya and the perils of the sea.”

Io Capitani, sum fyrr hevur vunnið fleiri virðislønir í Venezia og San Sebastian, var italska Oscaruppskotið í ár. Nýskapandi filmurin megnaði at verða við heilt til endaumfarið í kappingini um besta altjóða film.

Leikstjórin Matteo Garrone (f.1968) hevur fyrr gjørt harðrendar filmar um italsk brotsmannalið í fátækastu landslutunum har suðuri í landinum. Teirra millum eru Gomorrah (2008) og Dogman (2018), sum Filmsfelagið áður hevur sýnt. Garrone hevur eisini gjørt film um kendasta persónin úr italskum søgum, Pinocchio (2019)

Filmsfelagið: 27/3 kl 20:00 Io Capitano (Matteo Garrone Italia 2023 121 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo